Tiltak
Umsóknarfreist: Ph.d.-skeið í granskingaretikki
- Nær
Hósdagin 21. mai 2026 verður ph.d.-skeið í granskingaretikki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðið fevnir um 1 ECTS-stig
Umsóknarfreist er 4. mai 2026.
Undirvísarar á skeiðnum verða Jesper Ryberg og Thomas Søbirk Petersen, báðir professarar í etikki á Roskilde Universiteti, og Sigri M. Gaїni, ph.d. í politiskari filosofi og námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru á Fróðskaparsetri Føroya.
Skeiðið vendir sær fyrst av øllum til ph.d.-lesandi, men eisini til teirra, ið hava ítøkiligar ætlanir um at fara í holt við eina phd.
Les skeiðslýsing og melda til her.