University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gjógv Mynd Brynhild Thomsen
23 februar
Tiltak

Umsóknarfreist: Ph.d.-skeið í granskingaretikki í smásamfeløgum

Nær
Longd
16. - 17. apríl
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, J. Broncks gøta 25 í Havn

16-17. apríl 2026 verður spennandi ph.d.-skeið  í granskingaretikki, har dentur verður lagdur á granskingaretiskar støður, tá granskað verður í smáum samfeløgum. Skeiðið fevnir um 2 ECTS-stig

Hví er neyðugt at hugsa um granskingaretikk á ein øðrvísi hátt, tá granskað verður í smáum samfeløgum?

Felags fyri alla gransking er, at hon skal lúka granskingaretiskar meginreglur. Talan eru um meginreglur, sum granskarar skulu taka við, tá granskingarverkætlan verður løgd til rættis, og áðrenn farið verður undir sjálva granskingina. Slíkar meginreglur eru vanliga mentar í stórum samfeløgum, har fólk lættari kunnu verða dulnevnd, og har sambond millum fólk í nógv minni mun umskarast enn í Føroyum.

Hóast tílíkar granskingaretiskar meginreglur eru umráðandi hjá granskarum at kenna og halda seg til, kunnu tær onkuntíð kennast fjarar frá og trupular at handfara í smásamfeløgum. Tá granskarar í smásamfeløgum fara undir at granska, íkoma støður mangan, har lítil hjálp er at finna í meginreglunum, og hesar kunnu enntá vera í andsøgn við veruleikan, sum granskarin er í.

Tá granskað verður í smásamfeløgum við tøttum sambondum, eru krøvini til granskarar tí ofta øðrvísi, og neyðugt er at eyðmerkja støðurnar, har yvirskipaðar granskingaretiskar meginreglur eru í vága. Hetta krevur av granskarum, at teir menna eitt serligt varsemi og førleikar at meta um etiskt týðandi støður og kjakast/reflektera um mátar at handfara hesar. Í tílíkum støðum skulu granskarar m.a. tryggja áhaldandi samtykki frá luttakarum, taka stig til at tryggja trúnaðin hjá teimum, sum luttaka í størri mun, enn tá granskað verður í størri samfeløgum, umframt skilja og duga at navigera fleirsambond og valdsójavnvágar millum fólk. Hesi viðurskifti og onnur, sum knýta seg at støðuetikki í smásamfeløgum, er tað, sum hetta phd-skeiðið fer at miðsavna seg um.

Endamálið við skeiðinum er tí, at lesandi menna tilvit um etiskt týðandi støður og førleikar at handfara tílíkar støður. Somuleiðis verður kjakast um týdningin av refleksiviteti í allari granskingartilgongdini viðvíkjandi tíðliga og áhaldandi at eyðmerkja støður, ið kunnu gerast ein avbjóðing. Hetta verður m.a. gjørt við at taka støði í granskingarverkætlanunum hjá teimum, sum luttaka. Arbeitt verður við at skapa tilvit um hesar støður heilt frá sniðgeving av kanningini, innsavning av tilfari, greining av innsavnaða tilfarinum og at enda miðlan av úrslitum.

Áðrenn skeiðið skulu umsøkjarar lata inn eina reflektiónsuppgávu (umleið 1.500 orð) um sína gransking.

Tilfarið skal skrivast á føroyskum, donskum ella enskum. Luttakarar leggja tilfarið fram og kjakast um hetta í plenum. Harumframt fevnir skeiðið um stuttar fyrilestrar um týðandi hugtøk, sum verða grundarlag undir kjakunum, og sum eru ætlaðir til íblásturs og amboð at viðgera støðurnar.

Skeiðið varar hálvan annan dag og telur 2 ECTS-stig.

Málbólkurin er ph.d.-lesandi og tey, ið ætla sær undir eina ph.d.-verkætlan í samfelags-, heilsu- ella hugvísindum.

Skeiðið er fyrst og fremst viðkomandi fyri tey, ið fáast við kvalitativa gransking, men onnur kunnu eisini fáa gagn av skeiðnum. Lesandi skulu hava lokið masternám.

Skeiðið er ókeypis fyri starvsfólk og phd.-lesandi á Setrinum og kostar 2.000 krónur fyri onnur.

Undirvísarar eru Erika Hayfield, Anna Sofía Fjallheim og Elisabeth Skarðhamar Olsen.

Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar.

Lesið skeiðslýsingina her.

Umsóknarfreist er 23. februar 2026.

Umsóknarblað fæst her.