15
jan

Kl. 23:59. Føroyamálsdeildin Skeið
Skriva út
Umsóknarfreist: Stakgreinar á FMD
Til ber at taka flestu lærugreinar á Føroyamálsdeildini sum stakgrein. Tað er bara at søkja, freistin er hálvan januar og undirvísingin er frá 1. februar til 10. mai.
Í vár eru fýra fak á framhaldsstigi, BA ella MA, alt eftir fortreytunum: Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði er týsdag, Bókmentir og ferðavinna er mikudag, Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum er hósdag, og fríggjadag er Málamót.
Á grundútbúgvingi ber til at taka Málsøgu, Norrønt (mest mállæra), Bókmentasøgu (frá 1876 til í dag) og Bókmentagreining.
Les meira um Lærugreinarnar her