Tiltak
Umsóknarfreist: Stuðul til gransking í arbeiðsmarknaði
- Nær
Hósdagin 15. februar klokkan 12:00 er evstamark at søkja um granskingarstuðul á arbeiðsmarknaðarøkinum
Granskingarráðið lýsir við stuðli til granskingarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum.
Yvirskipað skulu verkætlanir, sum fáa stuðul, gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.
Talan kann verða um gransking, ið fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, eins og talan kann vera um gransking í viðurskiftum, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísari vinnu ella á ávísum starvsøki.
Umsóknarfreistin er á middegi 15. februar 2024 føroyska tíð.
Les meira her