10
des



Kl. 12:00.

Skriva út

Umsóknarfreist: Stuðul til havgransking

Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark

Granskingarráðið sóknast eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshav og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum. Tí sóknast vit serliga eftir tvørvísindaligum samstarvsverkætlanum millum Grønland, Føroyar og Danmark um Ryggin.

Stuðul verður latin til verkætlanir í havvísindum, til dømis í alis-, evna- ella lívhavfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi. Vit eggja til at senda umsóknir inn, ið leggja aftrat verkætlanunum, sum longu eru stuðlaðar á hesi skránni - sí yvirlit her

Í sambandi við ph.d.- ella post.doc.-verkætlanir mæla vit staðiliga til granskingaruppihald í minst tveimum av teimum trimum londunum.

9,5 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,2 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin 3 verkætlanum.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin hjá Granskingarráðnum.

Umsóknarfreist er 10. desember 2023 kl. 12 føroyska tíð.

Tíðspunkt
sunnudagur 10. des., kl 12:00
Longd
Stað