Umsóknarfreist: Tøk pláss á sjúkrarøktarfrøði
- Nær
Enn ber til at fara undir sjúkrarøktarfrøðilestur í vetur. Nøkur fá lestrarpláss eru tøk at søkja
Upptøkutreytirnar til tøk lestrarpláss eru tær somu sum til vanligu upptøkuna, tað vil siga gymnasialt miðnámsprógv við føroyskum á A-stigi, enskum á C-stigi umframt danskt svarandi til fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Umsøkjarar, ið ikki hava miðnámsprógv ella lúka serkrøvini, kunnu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2. Les meiri um kvotu 2 HER.
Umsóknarfreist er 21. januar klokkan 12:00.
Lestrarbyrjan er mánadagin 26. januar 2026 kl. 10:00. Lesandi skulu tó møta eitt sindur fyrr fyri at fáa lestrarkort o.a. útflýggjað.
Umsóknarbløð saman við avritum av miðnámsprógvi og øðrum skjalprógvum skulu sendast til UMSOKN@setur.fo.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi upptøku til tøk lestrarpláss, kanst tú seta teg í samband við Lestrarskrivstovuna á tlf. 352520 ella LSS@setur.fo.