University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Train Nonklett Vitan Og Strid
3 november
Tiltak

Útgávutiltak og samrøða

Nær
Stað
Panamé/Gamla bókhandli

Í sambandi við bókaútgávuna Vitan og stríð og stríð um vitan. Ein kanning av føroyskari fiskiveiðifyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977, sum Tráin P. Nónklett hevur skrivað, verður útgávutiltak í Panamé/Gamla bókhandli í Havn hin 3. novembur kl. 17.
Á útgávutiltakinum verður samrøða við høvundin um bókina.

Erland Viberg Joensen, sum er lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, og Tráin Nónklett skifta orð um bókina.

Tráin er søgufrøðingur og postdoc-granskari á Fróðskaparsetrinum. Forlagið Fróðskapur gevur bókina út, og hetta er fyrsta bók hansara. Hetta er ph.d.-ritgerð, sum Tráin vardi í november í fjør.
Høvi verður at keypa okkurt gott í Panamé og at keypa sær bókina í Gamla bókhandli.