ÚTSETT: Savnandi savnsdagur 2021
- Nær
- Longd
- 13:00 - 16:00
- Stað
- Kringvarpshøllin, Norðari Ringvegur 20, Tórshavn
ÚTSETT VEGNA KORONUSTØÐUNA: Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm av evnunum, sum eru á dagsskránni á evnisdegnum, sum hevur fingið heitið, Savnandi savnsdagur.
Á skránni, sum Savnsgull hevur fyriskipað, eru spennandi framløgur og røður.
Fyrst bjoðar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, vælkomin, og síðani fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum at hava framløgu. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.
Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um søvnini í Føroyum og tí, tey arbeiða við.
Savnandi savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20.
Hevur tú hug at luttaka, send so ein teldupost til: annagray@kvf.fo
Tiltakið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Kringvarpsinum, www.kvf.fo.
Skrá
| 13:00-13:15 | Mentamálaráðharrin bjóðar vælkomin |
| 13:15-13:20 | Intro til dagin |
| 13:20-13:35 | Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi |
| 13:35-13:55 | Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen) |
| 13:55-14:15 | Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk um føroysk viðurskifti (Høgni Bech) |
| 14:15-14:35 | Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal Tróndur F. Johansen) |
| 14:35-15:05 | Steðgur |
| 15:05-15:25 | Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni Føroya (Karina Lykke Grand) |
| 15:25-15:45 | Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í koronukanningartøkni (Jan Sørensen) |
| 15:45-16:00 | Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan hjá Pandoru |