University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kampus Frælsið
17 mars
Tiltak

Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

Nær
Longd
16:00 - 18:00
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Valfundur verður um eina betri og burðardyggari framtíð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn 17. mars

Vit duga væl at kappast í Føroyum, men ikki um okkara egnu ungu. 40 prosent av hvørjum árgangi fer av landinum at lesa, og bara helvtin kemur aftur.

Hvat skal gerast við hendan samfelagsliga og búskaparliga smeitin?

Altjóða tøl vísa, at hvør króna í hægri útbúgving og gransking gevur tríggjar aftur í skatti, arbeiðsmegi og haldføri.

Men hvat halda valevnini? Vilja tey gera íløgur í kampus, lestrarbýli og gransking – ella hava tey onnur boð uppá, hvussu vit vinna kappingina um okkara ungu og fremja meira nýskapan?

Kom á almennan valfund í Kongshøll á Vestaru Bryggju týsdagin 17. mars frá klokkan 16:00 – 18:00.

Tvey valevni fyri hvønn flokk luttaka undir kønari leiðslu av Óluvu Zachariasen, journalisti.

Fyriskiparar eru Meginfelag Føroyskra Studenta, Ráð teirra lesandi á Setrinum og Fróðskaparsetur Føroya.

Øll eru hjartaliga vælkomin, so møtið fjølment!