Tiltak
Verkstova í skriving v/Rúna Weihe
- Nær
- Longd
- 15. - 17. januar
- Stað
- Føroyamálsdeildin, V.U. Hammershaimbs gøta 22
Vit skriva, men hvussu verða vit lisin? Undir hesi yvirskriftini hava vit verkstovu við Rúna Weihe, rithøvunda, frá 15. - 17. januar á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum
Føroyamálsdeildin bjóðar eina serstakliga spennandi verkstovu í skriving í januar við rithøvundanum Rúna Weihe.
Verkstovan snýr seg um at skriva, lesa, verða lisin og eisini umsett til onnur mál. Og hvussu framføra og pallseta vit samleika á skrift?
Verkstovan er ætlað núverandi og fyrrverandi studentum á útbúgvingini í Listaligum arbeiði og øllum, royndum og óroyndum, sum annars hava áhuga í at skriva.
Verkstovan er ókeypis, men tú mást tekna teg til.
Tilmelding og kunning: Lív Maria Róadóttir Jæger, livj@setur.fo, tlf 292547.
Lesið meira um innihald og skrá her.