Tiltak
Verkstova um Bologna og SCL
- Nær
- Longd
- 14:00 - 16:00
- Stað
- Aulan á Námsvísindadeildini á Frælsinum
Góðskueindin á Fróðskaparsetrinum skipar fyri innanhýsis verkstovu í auluni á Frælsinum týsdagin 15. februar frá klokkan 14:00 - 16:00.
Á skránni er Bologna, at seta tann lesandi í miðdepilin fyri læring (SCL) og skeiðslýsingar.
Skeiðið er serliga ætlað nýggjum undirvísarum á Setrinum.
Tilmelding: Send ein teldupost til qu@setur.fo við navni, starvsheiti og deild.
Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 11. februar kl. 12:00.