Vísindavøka 2024
- Tíðspunkt
- Longd
- 08:30 - 16:00
- Stað
- Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja í Havn

Fríggjadagin 27. september verður ársins Vísindavøka í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin, men til ber eisini at fylgja við beinleiðis á stroyminum her
Vísindavøkan 2024 verður tann 17. í røðini. Hon verður hildin tann 27. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Í vikunum undan Vísindavøkuni verður eisini farið kring landið við Vísindavøku á ferð (sí ta skránna niðast).
Við Vísindavøkuni vilja Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum skapa meira kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram í føroyska granskingarheiminum. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Skráin fyri Vísindavøkuna í Sjóvinnuhúsinum
Vísindavøka 2024 á ferð
Vísindavøka verður eisini á ferð kring landið. Hesi tiltøkini eru almenn, og skráin er henda:
Bókasavnið við Løkin mánakvøldið 16. september kl. 19
Russland, Nato og kríggið í Ukraina
Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetrið
The Economic Impact of Increasing Salmon Size in the Faroe Islands
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið
Tvær konur sum doyðu í barsilssong
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið
Klaksvíkar Bókasavn týskvøldið 17. september kl. 19
Hvussu javnstøðulógin varð til í Føroyum: Ein greining av kjakinum
Erika Anne Hayfield, Fróðskaparsetrið
Orkugoymslur
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Vitlíki til Tala-Til-Tekst máltøkni til føroyskt
Dávid í Lág, Fróðskaparsetrið
Sørvágs Bókasavn mikukvøldið 18. september kl. 19
Ættarbandsskráin og framburðurin av ó í Tórshavn og Vágum
Hjalmar P. Petersen, Fróðskaparsetrið
Føroyskar fjarðaprosessir – samband millum føroyskar firðir og landgrunnin kannað við FarCoast
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
Hvar endar lorturin? - betri umhvørvisráðlegging við botnfalsmyndlan
Birgitta Andreasen, Firum
Sands Bókasavn hóskvøldið 19. september kl. 19
Skúgvurin í Føroyum
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
Hvussu ávirkar havið skýggini?
Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetrið
Dátuvísindi: Landnám Føroya birtist í arvastreingi føroyinga
Hannes Gislason, Fróðskaparsetrið
Miðlatún í Vági mánakvøldið 23. september kl. 19
Kanningar av sjósílum í Føroyum
Kirstin Eliasen, Firum
Grønt orkuskifti og fossilir hugsanarhættir
Ragnheiður Bogadóttir, Fróðskaparsetrið
Hvønn leiklut spælir málið, tá umræður at lata dyr upp til føroyska arbeiðsmarknaðin?
Elisabeth Holm, Fróðskaparsetrið
Tilfar frá Vísindavøkum, sum áður eru hildnar, er at finna á gransking.fo og á visindavoka.fo.