Vísindavøka 2025
- Nær
- Longd
- 08:30 - 16:00
- Stað
- Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja í Havn
Størsta almenna tiltakið í Føroyum, sum fagnar gransking, menning og nýskapan – Vísindavøka 2025 – verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september frá klokkan 8.30 til umleið 16.30
Skráin er á tremur við spennandi og lætt skilligum framløgum um ymiska gransking, og øll fakøki eru umboðað.
Stroymt verður beinleiðis her.
Og snarrøðukappingin og miðlafagnaðurin verður stroymdur her.
Vit hoyra um, hvussu stóra ávirkan tínir floksfelagar hava á tína starvsleið; vit fáa innlit í, hvussu gongst við at menna vitlíki til føroyska málið; um tað ber til at goyma CO2-útlát í undirgrundini í Føroyum; um at sigla millum skerini í heimspolitikki; hvar tað loysir seg best til at fiska við línu; um upphitingin av havøkinum undir Føroyum er náttúrlig ella menniskjaskapt og mangt mangt annað.
Les spennandi skránna her.
Uttan fyri Sjóvinnuhúsið verða hópin av tiltøkum fyri børn og vaksin. M.a. fara lærarar og næmingar á Glasi at gera royndir, Havstovan sýnir fram fiskar, og aðrir stovnar skipa fyri ymsum áhugaverdum.
Vísindavøkan endar við, at vinnarin av ársins miðlaheiðursløn verður kosin.
Eisini fer Vísindavøkan á ferð kring landið frá 15. - 23. september. Tiltøk verða í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági.
Les skránna fyri Vísindavøku á ferð her.