University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
vísindavøka-logo.jpg
2 november
Tiltak

Vísindavøka í Klaksvík

Nær
Longd
19-20
Stað
Klaksvíkar bókasavn

Vísindavøka á ferð er í Klaksvík mánakvøldið 2. november.

Tríggir fyrilestrar eru á skránni á Klaksvíkar bókasavni.

Ian Salter frá Havstovuni hevur framløgu um, hvussu DNA-leivdir í sjógvi kunnu brúkast til at kanna fiskastovnarnar.

Ása Johannesen frá Fiskaaling greiðir frá atburði hjá laksi á harðbalnum økjum.

Og Zvonko Mrdalo og Unn Laksá hava framløgu um ávirknaina av covid-19 á fiski- og alivinnuna og avleiðingarnar fyri búskapin í tí sambandi.

Tiltøkini verða skipað sambært almennu koronuleiðreglunum.