Tiltak
Vísindavøkan í Sørvági
- Nær
- Longd
- 19-20
- Stað
- Sørvágs bókasavn, Skúlavegur 13, Sørvágur
4. november klokkan 19 kemur vísindavøkan á ferð til Sørvágs bókasavn.
Agnes Mols Mortensen frá Fiskaaling hevur framløgu undir heitinum "Tang frá gróvkorni til borðiskin - vøkstur, innihald og matvørutrygd".
Erla Olsen frá Fróðskaparsetrinum fer at greiða frá, hvat vit hava lært av og í koronuskúlanum.
Og Bartal Højgaard frá Jarðfeingi hevur fyrilestur undir heitinum "Føroyskt øki er 99,5 prosent hav og verri kortlagt enn Mánin".
Tiltakið verður skipað samsvarandi almennu leiðreglunum um koronu.