Webinar: Etikkur og grøna matskiftið
- Nær
- Longd
- 09:00 - 11:00
- Stað
- Talgilt
The Nordic-Baltic Sustainable Food Systems Network skipar fyri almennum og ókeypis webinari um etisku dimensiónin av at máta burðardygd av matskipanum
Granskarar á Fróðskaparsetrinum bjóða øllum at luttaka á webinarinum, sum verður tann 6. mai kl. 9:00-11:00 føroyska tíð, og sum hevur heitið Ethical indicators for sustainable food systems.
Melda til her áðrenn 29. apríl: https://elomake.helsinki.fi/lomakkeet/131030/lomake.html
Webinarið er liður í eini tvey ára verkætlan, sum er fíggjað av NKJ, og sum kallast A Nordic-Baltic framework for sustainable food systems, hvørs endamál er at menna ástøðiligu karmarnar fyri einum dátugrunni, sum skal gera tað gjørligt at máta og samanbera burðardyggar matskipanir.
Elisabeth Skarðhamar Olsen og Anna Sofía Veyhe umboða Fróðskaparsetur Føroya í verkætlanini.
Á skránni verða framløgur og kjak við trimum forvitnisligum røðarum:
· Silvia Gaiani, ph.d. í matpolitikki, búskaparfrøði og leiðari av netverkinum, hevur drúgvar royndir í ST-arbeiði, men starvast í dag sum granskari á Ruralia Institute á universitetinum í Helsinki. Hon granskar í matskipanun, mat-íverksetan og innovatión og er partur av fleiri altjóða verkætlanum um burðardygd og kost. Silvia fer at greiða frá samstarvinum um at menna ástøðiligu karmarnar fyri ein dátugrunn, ið skal stuðla undir grøna matskiftið í norðurlendskum og baltiskum høpi.
Rasmus B. Mikkelsen, heimspekingur og ph.d. í bioetikki, luttekur umboðandi Democracy X, sum er ein almannagagnligur felagsskapur og grunnur, ið stuðlar samfelagsaktørum í at loysa stóru avbjóðingarnar, sum heimurin stendur frammanfyri, tá tað kemur til demokrati, tøkni og veðurlag. Rasmus fer at hugleiða um etisku avbjóðingarnar og dimensiónina av at velja og definera málistokkar fyri burðardygd.
· Mickey Gjerris, teologur og ph.d. í bioetikki, granskar í etisku dimensiónini av menniskja/náttúru- relatiónum á universitetinum í Keypmannahavn. Hann fer at leiða eitt felagskjak, sum hevur til endamáls at eyðmerkja boð uppá, hvussu vit skulu máta burðardyggar matskipanir í norðurlendska og baltiska kontekstinum.
Føroysku umboðini í netverkinum vóna, at mong við áhuga fyri evninum í føroyskum høpi hava hug at luttaka í webinarinum.
Webinarið verður á enskum máli.