University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot_2021-04-20 Covid-19 och de nordiska nyhetsmedierna - FULLTEXT01 pdf.png
22 apríl
Tiltak

Webinar: Norðurlendskir miðlar og korona

Nær
Stað
Zoom

Hósdagin 22. apríl klokkan 12 verður alment webinar um privatu norðurlendsku fjølmiðlarnar og koronu.

Grundarlagið er nýggja frágreiðingin, sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur bílagt, og sum kann lesast her.

Partin um føroysku miðlarnar hava Heini í Skorini og Rógvi Olavson á Fróðskaparsetri Føroya skrivað, og Heini verður ein av luttakarunum á webinarinum, har framløgur og orðaskifti verða. Eisini ber til hjá áhoyrarum at seta panelinum spurningar á kjattinum.

Í panelinum sita:

• Heidi Avellan, leiðandi politiskur redaktørur á Sydsvenskan (moderatorur)
• Mark Blach-Ørsten, professari á Roskilde Universitet
• Jonas Ohlsson, leiðari á Nordicom, Göteborgs universitet
• Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrinum
• Randi S. Øgrey, fyrisitingarstjóri í Mediebedriftenes Landsforening í Noregi

Tilmelding til webinarið, sum verður á zoom, er her.

Lesið høvuðsniðurstøðurnar í frágreiðingini her.