Tiltak
Webinar: Stuðul til verkætlanir frá NORA
- Nær
- Stað
- Á zoom
NORA, sum er Norðurlendska Atlantssamstarvið, skipar fyri hesum webinarinum, har fólk fáa høvi at kunna seg um teirra stuðulsskipan og seta spurningar.
Webinarið er 4. september klokkan 12:00 á zoom.
Fyrst verður ein stutt gjøgnumgongd av skipanini á norskum/donskum, og síðani verður latið upp fyri spurningum frá teimum, sum fylgja við. Spurningarnir skulu setast á norskum, donskum ella enskum, og til ber at seta teir annaðhvørt skrivliga ella munnliga.
Webinarið er ókeypis og ikki er neyðugt at tekna seg frammanundan.
Leinkið til zoom er her.