Tiltak
Zoom-tiltak: Góð ráð um próvtøkuótta
- Nær
- Stað
- Zoom
13. november klokkan 12:00 fer Annika Helgadóttir Davidsen, sum er løggildur sálarfrøðingur og adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, at hava talgilt tiltak um próvtøkuótta.
Øll - bæði lesandi og starvsfólk -, sum kundu hugsað sær at fingið meira vitan um próvtøkuótta, eru vælkomin, og góð ráð verða givin um, hvussu ein ber seg at fyri at handfara óttan.
Tá tiltakið verður, ritar tú inn her.