University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)
9 desember
Tiltak

Zoom-tiltak: Góð ráð um próvtøkuótta

Nær
Stað
Zoom

Til ber at fáa tamarhald á próvtøkuótta. Kom við á talgilt tiltak 9. desember klokkan 12:00 og fá góð ráð um júst tað

Mong av okkum kenna tað: Búkurin knýtir seg saman, tankarnir mala í klingur, og fjáltur er á okkum, tí nú nærkast próvtøkan.

Men góð ráð eru, sum kunnu hjálpa tær at handfara próvtøkuóttan, so tamarhald fæst á honum.

9. desember klokkan 12:00 fer Annika Helgadóttir Davidsen, sum er løggildur sálarfrøðingur og adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, aftur at hava talgilt tiltak um próvtøkuótta.

Øll - bæði lesandi og starvsfólk -, sum kundu hugsað sær at fingið meira vitan um próvtøkuótta, eru vælkomin, og Annika fer sjálvandi eisini at koma við góðum ráðum um, hvussu ein kann bera seg at fyri at fáa meira tamarhald á ørkymlandi kenslunum.

Tiltakið verður á zoom, og leinkið er her

Les meira um Anniku Helgadóttir Davidsen her.