11
jun



Kl. 12:30. Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn Tiltak

Skriva út

Evnisdagur: Frederick Schauer

Depil Kára á Rógvi fyri gransking í lóg og løgfrøði heldur fyrsta evnisdag (symposium) sín fríggjadagin 11. juni í sambandi við, at Frederick Schauer, professari, vitjar Fróðskaparsetrið

Koronastøðan ger, at evnisdagurin ikki er opin fyri almenninginum, men tiltakið verður stroymt. Leinkið til stroymingina er her.

Á evnisdegnum fara vísindastarvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini, hvørs fakøkið er lóg og stjórnmálafrøði, at leggja fram.

Framløgurnar fara á ymiskan hátt at viðgera verk eftir Frederick Schauer og evni, ið hava tætt samband við hansara verk. Schauer kemur síðani við sínum svarum eftir framløgurnar, og luttakarar og fundarfólk annars kunnu viðmerkja.

Lesið meira her.

Tíðspunkt
fríggjadagur 11. jun, kl 12:30
Longd
12:00 - 17:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn