Kl. 00:00. Føroyamálsdeildin Skeið

Skriva út

Føroysk mállæra og rættskriving II

Skeiðið byrjar 27. oktober og endar 2. desember. Undirvíst verður týsdag og mikudag kl. 15 til 17:30.  Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Treytað av, at innlatingar eru góðkendar og møtt er til minst 80 % av tímunum,  verður prógv latið fyri lokið skeið.
Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Undirvíst verður í mállæru og rættskriving við denti á sagnorð, fyrisetingar, hjáorð og sambindingarorð. Arbeitt verður við at  økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum.

Umsóknarfreist er 19. oktober.

Boðin verða út trý skeið í føroyskari mállæru og rættskriving, I, II og III. Skeiðini eru framhald av hvørjum øðrum, men kunnu eisini takast sum sjálvstøðug skeið. Skeiðini kunnu ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingini í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv ella samsvarandi.

Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini.

Lærari: Lena Reinert.

Føroysk mállæra og rættskriving II

Tíðspunkt
týsdagur 20. okt, kl 0:00
Longd
kl. 15-17.30
Stað
Føroyamálsdeildin