31
mai



Kl. 23:59.

Skriva út

Freist at søkja Betri Stuðul

Einaferð um árið tekur stuðulsgrunnurin hjá Betri støðu til umsóknir um granskingarstuðul.

Grunnurin stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun heldur enn grundgransking.

Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini.

Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast grunninum. Somuleiðis skal tað fráboðast grunninum, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um, at stuðulin kann varðveitast.

Áðrenn eitt hálvt ár er liðið eftir, at stuðul er latin, skal teldupostur sendast til stuðulsgrunnin við prógvi um, at stuðulin er nýttur til endamálið, ella at tørvur er á longri tíð. Tá granskingarverkætlanin er av, skal úrslitið sendast til stuðulsgrunnin.

Næsta umsóknarfreist er týsdagin 31. mai 2022. Svar verður sent seinast í juni 2022.

Lesið meira her.

Tíðspunkt
týsdagur 31. mai, kl 23:59
Longd
Stað