15
feb



Kl. 12:00.

Skriva út

Freist at søkja granskingarstuðul

Freistin at søkja stuðul til gransking í 2022 verður 15. februar kl. 12 (á middegi) føroyska tíð 

Lýsingin eftir umsóknum er her. Hon er dagførd samsvarandi nýggja regluverkinum, sum er komið í gildi.  Eisini hevur nýggja faknevndin tikið avgerð um onkrar tillagingar. Ein av hesum er, at minstamark fyri stuðli er broytt frá 150.000 kr. til 300.000 kr., og ásett er, at verkætlanir skulu vera í minsta lagi seks mánaðir til longdar.

Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men víst verður á, at játtan úr Granskingargrunninum fer sjáldan væl upp um eina mió. kr.

Stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Nýggjur umsóknarportalur og dagførd krøv til umsóknir

Granskingarráðið hevur gjørt av, at umsóknir framyvir skulu sendast inn gjøgnum ein umsóknarportal, sum er mentur til virksemið hjá stovninum.

Dagførdu krøvini og vegleiðing eru nú savnaði í einum skjali - Terms of reference - og vegleiðing er eisini at finna á umsóknarportalinum.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Fíggjarkarmar

Tað eru 8,5 mill kr. í uppskoti á fíggjarlógini til stuðul í 2022, hetta er ein hækking upp á eina mió. kr. sammett við 2021. Fyrivarni verður tikið fyri at fíggjarlógin er ikki samtykt enn.

Seinastu mongu árini hevur talið av verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul, ligið millum átta og 12 mió. kr. árliga. Eitt yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir sæst her.

Tíðspunkt
týsdagur 15. feb., kl 12:00
Longd
Stað