1
feb



Kl. 11:00.

Skriva út

Freist at søkja stuðul til vinnu-ph.d.

Innovationsfonden í Danmark bjóðar fyritøkum í Føroyum at søkja stuðul til vinnu-ph.d. verkætlanir.

Stuðulin er ætlaður til samstarv millum eina fyritøku, eitt universitet og ein vinnu-ph.d.-lesandi.

Til ber at fáa upp í 17.000 krónur um mánaðin í lønarstuðli til ein ph.d.-lesandi, umframt í mesta lagi 100.000 kr. til fyritøkuna fyri útreiðslur hjá tí lesandi til ferðing og skeiðsluttøku, og haraftrat 360.000 til universitetið (íroknað rakstrargjald/overhead) .

Umsóknarportalurin letur upp 20. desember 2021 klokkan 11:00 føroyska tíð.

Freistin at lata umsóknir inn er 1. februar 2021 klokkan 11:00 føroyska tíð.

Lesið meira her.

Tíðspunkt
týsdagur 1. feb., kl 11:00
Longd
Stað