30
sep



Kl. 11:00. Tiltak

Skriva út

Freist: Stuðul til vinnu-ph.d

Evstamark at søkja danska Framtaksgrunnin um studning til vinnu-ph.d.-verkætlan er 30. september klokkan 11.00

Sum treyt fyri at fáa studning frá danska Framtaksgrunninum (Innovationsfonden) er, at talan er um samstarv millum ein almennan stovn í Føroyum, Fróðskaparsetri ella annað universitet úti í heimi og ein vinnu-ph.d.-lesandi.

Fígging fæst til útreiðslur, sum almenni stovnurin hevur til løn og ferðaútreiðslur hjá tí lesandi, umframt útreiðslur, sum universitetið hevur til verkætlanina.

Til ber at fáa upp í 17.000 krónur um mánaðin sum part av lønini til tann lesandi, upp í 100.000 krónur til ferðautreiðslur og skeiðsluttøku, og eina fasta upphædd uppá 360.000 krónur til universiteti.

Lesið meira her.

Granskingar- og framtakseindin á Setrinum er til taks at vegleiða. Setið tykkum í samband við Onnu Sofíu Lava, samskipara á annal@setur.fo.

Tíðspunkt
mikudagur 30. sep., kl 11:00
Longd
Stað