25
mai



Kl. 08:30. Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn Tiltak

Skriva út

Granskaratiltak: At fremja heilsugóð skifti

Mikudagin 25 mai 2022 skipar Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum fyri stórum og almennum granskaratiltaki í sambandi við, at Setrið fær vitjan av limum úr norðurlendska granskingarbólkinum, PRANSIT.

PRANSIT stendur fyri "Patients´ and relatives´ transfer and transition".

Granskararnir í PRANSIT granska í, hvussu heilsustarvsfólk kunnu stimbra undir heilsugóð skifti hjá sjúklingum og avvarðandi, sum eru í skiftistíð frá t.d. at hava verið frísk til at gerast sjúk, frá at hava verið barnleys til at gerast foreldur, frá at hava havt ein maka, til at blíva einkja ella einkjumaður o.s.fr.

Á tiltakinum verða fyrilestrar um hesar skiftisstøður, sum fólk kunnu koma í.

Skráin fyri tiltakið, sum verður á norðurlendskum máli:

8.30 Vælkomin
8.35 – 8.55 Hvad er - og hvad vil vi med transitionsteori? - Liv Fegran
9.00 – 9.20 Udviklingsbetinget transition - Thomas Westergren
9.25 – 9.45 Samtidige transitioner v/ Hanne Aagaard

9.45 – 10.05 Steðgur

10.10 – 10.30 Sundheds- og sygdomsbetinget transition og egenomsorg - Åsa Audulv
10.35 – 10.55 Organisatorisk betinget transition - Mette Ludvigsen
11.00 – 11.20 Situationsbetinget transition -  Elisabeth Hall

11.20 – 11.40 Steðgur

11.40 – 12.15 Spurningar og kjak
Kl. 12.30 Tiltakið endar

Lýsing av fyrilestrarhaldarunum:

Professor Mette S. Ludvigsen, PhD, Faculty of Nursing and Health Sciences, Nord University, Bodø, Norway, and Department of Clinical Medicine - Randers Regional Hospital, Aarhus University, Aarhus, Denmark

Professor Liv Fegran, PhD, Department of Health and Nursing Science, University of Agder, Kristiansand, Norway

Professor Hanne Aagaard, PhD, Lovisenberg Diaconal University College, Oslo, Norway, and Department of Public Health, Aarhus University, Aarhus, Denmark

Associate Professor Thomas Westergren, PhD, Department of Health and Nursing Science, University of Agder, Kristiansand, Norway

Associate Professor Åsa Audulv, PhD, Department of Nursing, Umeå University, Sweden

Professor Emerita Elisabeth O. C. Hall, PhD, Department of Public Health, Health, Aarhus University, Aarhus, Denmark, and Adjunct Professor, Faculty of Health Sciences and Nursing, University of Faroe Islands, Torshavn, Faroe Island

Tíðspunkt
mikudagur 25. mai, kl 8:30
Longd
8:30 - 12:30
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn