31
jan



Kl. 10:00. Sjóvinnuhúsið, Vestara bryggja, Tórshavn

Skriva út

Innleiðsla: Lesandi á sjúkrarøktarfrøði

Mánadagin 31. januar verður innleiðsla fyri teimum nýggju sjúkrarøktarfrøðislesandi, sum byrja sín lestur nú í vetur.

Tey lesandi møta í Kongshøll eitt sindur fyri klokkan 10, har tey fáa útflýggja lestrarkort.

Annars er skráin fyri innleiðsluna henda:

Mánadagin 31. januar

Kl. 10.00 Rektarin bjóðar vælkomin

Kl. 10.10 Lestrarskrivstovan bjóðar vælkomin og kunnar millum annað um teirra virksemi, bókasavn og e-feingi á Setrinum, at søkja um lestrarstuðul og
annað viðkomandi

Kl. 10.30 Steðgur

Kl 10.45 KT-kunning

Kl. 11.05 "At vera lesandi" – stuttur fyrilestur við Súsonnu Olsen, námslektara í samfelagsvísindum

Kl. 11.20 Ráð Teirra Lesandi – tín felagsskapur á Setrinum

Kl. 11.30 Lesandi fara á deildina (høli 507)

Kl. 11.45 Deildin bjóðar ábit

Kl. 12.15 Magni Mohr, dekanur á DHS, bjóðar nýggjum lesandi vælkomnum

Kl 12.30 Kunning frá Kristionnu Dam, útbúgvingarleiðara

Kl 12.45 Víst verður runt í Sjóvinnuhúsinum

Týsdagin 1. februar í høli 507 á DHS

Kl. 09.00 Lesandi læra hvør annan at kenna

Kl. 11.00 Starvsfólk heilsa upp á lesandi

Kl. 11.20 Kunning frá skrivstovuni á DHS

Kl 11.45 Steðgur

Kl. 12.15 Kunning frá lesandi um Svalan

Kl. 12.30 Gjøgnumgongd av útbúgvingini

Dagurin endar kl. 14.00

Mikudagin 2. februar í høli 507 á DHS

Hendan dagin møta lesandi kl. 09.00 og eru saman við egnum árgangi. Mentorar skipa fyri samansjóðandi tiltøkum. Síðan verður felagsmáltíð og undirhald kl. 13.00

Hjartaliga vælkomin á Setrið!

Tíðspunkt
mánadagur 31. jan., kl 10:00
Longd
Stað
Sjóvinnuhúsið, Vestara bryggja, Tórshavn