1
des



Kl. 15:00. Kongshøll, Vestarabryggja Tiltak

Skriva út

Kunningarfundur: Stuðul til gransking

Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú ætlar tær stuðul til eina granskingarverkætlan?

Mikudagin 1. desember kl. 15:00 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir um granskingarstuðul.

Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, og hvørjar broytingar eru í treytum sammett við undanfarin ár.

Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir.

Høvi verður at seta spurningar.

Fundurin verður í Kongshøll á Vestarubryggju í Havn klokkan 15:00 1. desember.

Tiltakið er alment og ókeypis, og almennu koronutilmælini eru galdandi.

Tíðspunkt
mikudagur 1. des., kl 15:00
Longd
Stað
Kongshøll, Vestarabryggja