14
jun



Kl. 23:59. Námsvísindadeildin Skeið

Skriva út

Linjugreinalestur fyri fólkaskúlalærarar

Lestrarárið 2020 – 2021 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar.  Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar.

Linjugreinarnar, sum telja 40 ECTS, eru býttar upp í 3 skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av. Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann verða avmarkað vegna plásstrot.

Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ECTS.

Lestrarárið 2020-2021 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri fólkaskúlalærarar:

  • Tónleikur
  • Enskt
  • Danskt

Umsóknarfreistin er 14. juni á midnátt og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo

Umsóknarblað fæst HER

Tíðspunkt
sunnudagur 14. jun., kl 23:59
Longd
Stað
Námsvísindadeildin