7
des



Kl. 00:00. Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, Vestaru Bryggju 15 Tiltak

Skriva út

“Mørk og vegir millum vísindi og list”

Ráðstevna á Fróðskaparsetrinum í døgunum 6. og 7. desember um útbúgving í listaligum arbeiði

Arbeiðið við einari útbúgving í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum er komið væl áleiðis, og útbúgvingin verður boðin út komandi ár. Fyri at gera vart við hugsanir, sum eru knýttar at einari slíkari útbúgving, skipar Fróðskaparsetrið fyri ráðstevnu í døgunum 6. og 7. desember.

Heitið á ráðstevnuni er “Mørk og vegir millum vísindi og list”. Evnið er í fyrra lagi, hvussu listaligt og vísindaligt arbeiði á ymsan hátt umskarast og kunnu ávirka hvørt annað, og í øðrum lagi verður spurt, um arbeiðshættirnir í vísindum og list eru fullkomiliga ymiskir, sum olja og vatn, og ikki kunnu renna saman. Undir hesum yvirskipaða evni eru knýttir spurningar um listaliga skapan, listaliga útbúgving og tilgongdina frá hugskoti/kenslum/ætlanum til liðugt listaverk. Hugt verður eisini eftir, hvønn leiklut ein útbúgving í list kann fáa í samfelagsligum høpi.

Útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum fer at fevna um tvær listagreinir, ritlist og tónleik. Í fyrstu atløgu er útbúgvingin lýst sum ein 2-ára diplomútbúgving, men arbeitt verður við at skipa útbúgvingina sum eina BA-útbúgving í samstarvi við útbúgvingarstovnar í Norðurlondum. Fyrr í ár luttóku umboð fyri Fróðskaparsetrið á ársfundi hjá KUNO, sum er netverk fyri norðurlendskar og baltiskar listaútbúgvingar. Ein limaskapur í KUNO er ikki neyðugur fyri at skipa útbúgvingina sum eina BA-útbúgving, men sambond við aðrar útbúgvingarstovnar er neyðugt. Arbeitt verður tí eisini við at gera avtalur við einstakar útbúgvingar á stovnum aðrastaðni. Eitt vísindastarvsfólk verður sett í desember. Innihaldsliga verður útbúgvingin skipað við einum triðingi ástøðiligari undirvísing og tveimum triðingum í verkstovum.

Fyrilestrarhaldarar fara at viðgera ráðstevunuevnið úr ymsum sjónarhornum. Einstakir fyrilestrar verða 45 min., aðrir 30 min. Umframt fyrilestrarnar verður upplestur og tónleikur. Fyrra dagin verður byrjað kl. 9.00 og endað uml. kl. 15.30. Seinna dagin verður byrjað kl. 9.00 og endað uml. kl. 12.00. Høvi verður hjá øllum luttakarum at spyrja og gera viðmerkingar. Fullfíggjað skrá sæst HER

Ráðstevnan verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at siga frá luttøku. Tilmelding fer fram HER

Tíðspunkt
fríggjadagur 7. des., kl 0:00
Longd
2 dagar
Stað
Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, Vestaru Bryggju 15