28
feb



Kl. 14:00. Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Skriva út

Ph.d.-verja

Hósdagin 28. februar 2019 fer Marija Todorovic Markovic, ph.d.-lesandi og 1. hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum at verja sína ph.d.-ritgerð.

Marija hevur kannað sjúkutíttleikar (epidemiologi), sjúkuorsøkir (bakteriur, smáverur og infektiónsfokus) og deyðatal (mortalitet) hjá medisinskum sjúklingum í Føroyum við og uttan infektión/blóðeitran. Verkætlanin eitur: ''Infectious Diseases in the Faroe Islands – Clinical Characteristics and Pathogens (FAPI study)”

Marija Todorovic Markovic hevur verið innskrivað á ph.d.-skúlanum á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Granskingin hevur verið staðsett á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Høvuðsvegleiðari hevur verið Shahin Gaïni, serlækni í infektiónsmedisini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, lektari á Syddansk Universitet og lektari á Fróðskaparsetur Føroya.

Hjávegleiðarar hava verið Court Pedersen, professari í infektiónsmedisini dr.med. á Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet og Magnús Gottfredsson, professari í infektiónsmedisini ph.d. á Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Islands.

SDU hevur givið loyvi til at verjan verður í Føroyum har granskingin hevur verið staðsett.

Tíðspunkt
hósdagur 28. feb., kl 14:00
Longd
2 tímar
Stað
Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum