28
sep



Kl. 15:00. Sjóvinnuhúsið, Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn Tiltak

Skriva út

Professarafyrilestur: Shahin Gaini

Tíðliga í summar varð Shahin Gaini tilnevndur adjungeraður professari í smittusjúkum á Fróðskaparsetri Føroya, og í tí sambandi heldur hann almennan fyrilestur í Kongshøll

Professarafyrilesturin hjá Shahin Gaini, yvirlækna og seniorgranskara á Landssjúkrahúsinum, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn mikudagin 28. september klokkan 15:00.

Shahin Gaini hevur frá fyrstu lestrartíðini havt stóran áhuga fyri immunologi og lívshættisligum ígerðarsjúkum so sum menigitis og sepsis, og gjøgnum alla starvsleið sína hevur hann verið virkin undirvísari á Syddansk Universiteti, Fróðskaparsetri Føroya og einari røð av sjúkrahúsum. Fremstu granskingaráhugamál hansara eru framvegis bakteriellar infektiónir og sepsis.

Fyrilesturin er almennur, og hann verður eisini stroymdur.

Leinki til stroymin er her.

Tíðspunkt
mikudagur 28. sep, kl 15:00
Longd
15:00 - 16:00
Stað
Sjóvinnuhúsið, Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn