18
aug



Kl. 08:30. Norurlandahúsið Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Miðlar á vegamóti

Miðlar á vegamóti er ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir í føroyska miðlalandslagnum

Føroyska miðlalandslagið er á vegamóti.

Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hótta fíggjarliga grundarlagið undir privata blaðmarknaðinum og almenna public service-miðlinum. Ólukkutíð, hendir hetta samstundis, sum bæði staðbundnir miðlar og tjóðarmiðlar eru undir vaksandi trýsti í alheimsgjørda miðlalandslagnum.

Í Føroyum síggja vit, hvussu altjóða miðlarisar dustsúgva lýsingatorgini, og at stroymingar-tænasturnar taka yvir størri og størri partar av miðlanýtsluni. Broyttir miðlavanar og eitt miðla-landslag, sum við vaksandi talinum av globalum veitarum gerst alt meira einstáttað, hava við sær, at eyðkendi føroyski miðlavangin viknar.

Ráðstevnan setur sjóneykuna á føroyska miðlalandslagið og týdning tess í framtíðarinnar Føroyum, har álítandi, kritiskir miðlar og eitt dygdargott vælferðarsamfelag eru fyritreytir hvør hjá øðrum.

Spurt verður um, hvønn týdning eitt føroyskt miðlalandslag hevur í 2022. Hvussu loysa vit avbjóðingarnar at styrkja miðlalandslagið? Hvønn leiklut hava miðlarnir, tá ið tað kemur til at varðveita savningarmegina og fólkaræðið og at menna bæði lokalsamfelagið og samfelagið sum heild? Og at stimbra mentan og tjóðarsamleika í Føroyum?

Umboð fyri nakrar av stóru miðlunum í Føroyum og útlendskir serfrøðingar seta miðlagongdina í frásjón.

Skrá:

08.30 Dyrnar lata upp —
09.00 Vælkomin
09.05 Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, setir ráðstevnuna
09.15 Norðurlendska miðlavælferðarsamfelagið, Signe Ravn-Højgaard, Grønlands Universitet
09.40 Avísir í kreppu — føroyska miðlalandslagið, Eirikur Lindenskov, Sosialurin
10.00 Willingness to pay — hvør rindar fyri hvat, og hvør rindar ikki, Lars Nord, MittUniversitetet
10.20 Kaffisteðgur —
10.40 Avbjóðingar hjá staðbundnu avísini, Jóhann Lützen, Norðlýsið
11.00 Avgerandi fyritreytir fyri miðlalandslagnum, Mads Brandstrup, Danske Medier
11.30 Pallborðsorðaskifti: Mads Brandstrup, Signe Ravn-Højgaard, Eirikur Lindenskov, Jóhann Lützen og Lars Nord
12.00 Miðmáli —
12.55 Føroysk savningarmegi — public service-avbjóðingar, Ivan Hentze Niclasen, KVF
13.20 Broyttir miðlavanar og framtíðarinnar miðlabrúkari, Valgerður Anna Jóhannsdóttir, Háskóli Íslands
13.40 Tíðindi undir trýsti, Sveinur Tróndarson, Dimmalætting
14.00 Álit og misálit á tíðindamiðlar, Mark Blach-Ørsten, RUC, og Heini í Skorini, Fróðskaparsetur Føroya
14.25 Kaffisteðgur —
14.45 Pallborðsorðaskifti: Mark Blach-Ørsten, Valgerður Anna Jóhannsdóttir, Ivan Hentze Niclasen og Sveinur Tróndarson
15.15 Frá hobby til business: Eitt boð upp á fíggjarliga og innihaldsliga burðardygd í einum broyttum miðlaheimi (Keld Reinicke og Tina í Dali Wagner)
16.00 Liðugt —

Rógvi Ólavson er orðstýrari.

Teknið tykkum til ráðstevnuna her.

Tíðspunkt
hósdagur 18. aug., kl 8:30
Longd
08:30 - 16:00
Stað
Norurlandahúsið