10
mar



Kl. 07:45. Stovuhæddin, Det Juridiske Fakultet, Københavns Universitet, Njalsgade 76, 2300 København S. Tiltak

Skriva út

Ráðstevna: Støðumeting av havrættarsáttmálanum

Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST (UNCLOS) varð gjørdur, skipar Froðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet fyri ráðstevnu, har spurt verður, um og hvussu sáttmálin megnar at vera hóskandi rættarkarmur fyri alt virksemi á havinum

Havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða (UNCLOS) hevur nú 40 ár á baki, og í tí sambandi verður altjóða ráðstevna hildin tann 10. mars á universitetinum í Keypmannahavn.

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri ráðstevnuni saman við CEPRI á Københavns Universitet. Á skránni stendur dygdin í UNCLOS, og hvussu sáttmálin kann brúkast til at handfara nýggjar avbjóðingar, sum ikki vóru kendar í 1982, tá sáttmálin varð gjørdur.

Fyrilestrarhaldarar koma m.a. frá George Washington University, Oxford University og frá øðrum europeiskum universitetum.

Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding skal til.

Sí skránna fyri ráðstevnuna her

Dagfesting: 10. mars 2023

Tíð: 8:45-16:40 (donsk tíð)

Stað: Stovuhæddin, Det Juridiske Fakultet, Københavns Universitet, Njalsgade 76, 2300 København S.

Tilmelding áðrenn 8. mars her.

Tíðspunkt
fríggjadagur 10. mar., kl 7:45
Longd
8:45-16:40 (dk tíð)
Stað
Stovuhæddin, Det Juridiske Fakultet, Københavns Universitet, Njalsgade 76, 2300 København S.