16
aug



Kl. 00:00. Sjóvinnuhúsið Tiltak

Skriva út

Rutur og røtur í norðuratlantiskari ferðavinnu

Komandi summar í døgunum 16.-18. august 2019 verður  Frændafundur nr. 10 hildin í Tórshavn 

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 16.-18. august 2019 við evninum ferðavinna sum høvuðsevni. Verkstovur verða eisini um onnur viðurskifti, sum viðvíkja sambandinum millum Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Fróðskaparsetri Føroya (Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Tórshavn). Tey sum hava áhuga fyri at halda ein fyrilestur um ferðavinnu ella eitthvørt annað evni skulu senda sítt abstrakt til Lenu Reinert innan 1. mai: lenar@setur.fo (250-400 orð). Hvør fyrilestur skal vera 30 minuttir, spurningar og umrøða íroknað.

4 høvuðsfyrilestrar verða á ráðstevnuni:

  • Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi og Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
  • Benedikt Hjartarson, professari í bókmentum, Háskóla Íslands
  • Katrin Anna Lund, ph.d., professari í sosialantropologi á Ferðamálafræði, Háskóla Íslands
  • Bergur Rønne Moberg, ph.d., lektari í norðurlendskum bókmentum á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya

Nærri kunning um granskingarsamstarvið Frændafundir sæst HER

Tíðspunkt
fríggjadagur 16. aug, kl 0:00
Longd
2 dagar
Stað
Sjóvinnuhúsið