3
nov



Kl. 14:00. Kongshøll Tiltak

Skriva út

Seinnapartsseminar um Shakespeare og Hamlet

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum skipar fyri seinnapartsseminari um Shakespeare og Hamlet í Kongshøll.

Útbúgvingin í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum varpar ljós á uppsetingina Hamlet eftir William Shakespeare í Norðurlandahúsinum við einum seinnapartsseminari í Kongshøll sunnudagin 3. november kl. 14-17.

Tríggir útlendskir Shakespearegranskarar fara at halda stuttar fyrilestrar, og eisini verða samrøður við Hans Tórgarð um týðingina og Trónd Bogason um tónsetingina til Hamlet.

Seminarið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tú kanst melda teg til tiltakið her og tilmeldingarfreist er fríggjadag 1. november:

https://setur.atgongumerki.fo/webshop/event/1031563/order/info

SKRÁ

14.00 Vælkoma: Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini

14.10 Fyrilestur: Global Shakespeare: An Introduction, Paul Prescott, dr., frá University of Warwick

14.50  Fyrilestur: Reduce, Rewrite, Recycle: Adapting Shakespeare to Save the Planet, Kathrine Steele Brokaw, lektari, frá University of California

15.30 Kaffisteðgur

15.40 Fyrilestur: Hamlet and Histories of Emotion, Bridget Escolme, professari, frá Queen Mary University of London

16.20 Prát: At týða Hamlet av nýggjum, Bergur Djurhuus Hansen prátar við Hans Tórgarð, sjónleikara og týðara

At tónseta Hamlet, Kinna Poulsen prátar við Trónd Bogason, tónaskald

17.00 Útbúgvingin í listaligum arbeiði bjóðar okkurt leskandi

Tíðspunkt
sunnudagur 3. nov., kl 14:00
Longd
3 tímar
Stað
Kongshøll