8
nov



Kl. 19:30. Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum Tiltak

Skriva út

Seturskjak

Evnið fyri komandi Seturskjaki er "Førenskt. Ensk ávirkan á málnýtslu í Føroyum."

Hesaferð er tað Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri og leggja tey afturat evninum fyri kvøldið, at  “heldur enn føroyskt mál, fara vit at skifta orð um mál í Føroyum, tí nógv ymisk mál verða brúkt í føroyska samfelagnum, og enskt ávirkar í størri og størri mun málnýtsluna, serliga millum ung”.

Og serliga ung brúka nógv ensk orð. Í nýggjari kanning siga 30% av 1300 spurdum børnum í 4., 6. og 9. flokki, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið tey eru saman við vinfólkum, og 13% siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru saman við vinfólkum. Talgildingin ávirkar eisini málnýtsluna í samfelagnum sum heild. Í talgildu miðlunum er enska málið ráðandi. Í nógvum samanhangum og samrøðum verður enskt brúkt sum eitt slag av kotuskifti – við snøggum enskum frøðiheiti verður hetta nevnt “code-switching” - og t.d. prentar Fróðskaparrit, sum upprunaliga hevði til endamáls at menna eitt føroyskt vísindamál, í dag ein stóran part av greinunum á enskum.

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar framløgur um evnið, og hesaferð verða tað Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini og Hjalmar P. Petersen, Dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini, sum taka sær av hesum. Síðani verður evnið aftur viðgjørd við eitt pallborð, har tað afturat Jógvani og Hjalmari sita Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari og politikari, og Jóhannis Danielsen, sum er adjunktur í lívfrøði. Jóhannis leggur dent á at undirvísa á enskum (ikki føroyskum) í lívfrøði og er yvirhøvur opin fyri, at enskt verður brúkt meiri enn í dag, serliga í undirvísing. Lagt verður síðani upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka. Kjakið verður stýrt av orðstýrara og hetta kvøldið verður tað Kári Mikkelsen, journalistur.

Kongshøll gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 8. november. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.

Fróðskaparsetur Føroya

Tíðspunkt
hósdagur 8. nov, kl 19:30
Longd
19:30 - 21:00
Stað
Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum