Kl. 09:00. Sjóvinnuhúsið. Vestara bryggja 15. Tórshavn Skeið

Skriva út

Skeið fyri próvdómarar

Skeiðið er fyrst og fremst ætlað tilnevndum próvdómarum. Onnur, sum umhugsa at vera tilnevnd, fyriuttan tey sum í sínum dagliga arbeiði próvdøma og próvhoyra, eru tó eisini vælkomin at luttaka.

Endamál:
Endamálið við skeiðnum er at:

  • geva próvdómarum vitan um og førleikar til at meta avrikið hjá lesandi objektivt og eftirfarandi
  • tryggja rættartrygdina hjá lesandi fyri rættvísari og eins próvdøming
  • geva próvdómarum innlit í teirra rættindi sum próvdómarar

Innihald:
Skeiðið inniheldur upplýsingar, sum próvdómarar skulu hava innlit í, áðrenn skrivligar og munnligar próvhoyringar, herundir:

  • rættindi og skyldur hjá tilnevndum próvdómarum
  • próvtøka – meting og handfaring av metingarstøði
  • próvtøkusvik
  • klagur og kærur
  • løgfrøðiligt grundarlag:
  • kunngerð um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing
  • kunngerð um próvtalstigan og próvtalsgeving
  • skilgreinan av hugtøkum knýtt at próvdøming

Undirvísari:
Annemi Lund Joensen

Kostnaður:
Ókeypis.

Tilmelding:
Síðsta freist at melda til skeiðið er; 5.oktober kl. 15.
Tilmeldingin skal sendast til: SylviaZ@setur.fo

Tíðspunkt
mikudagur 10. okt, kl 9:00
Longd
kl. 9.00 – 16.00
Stað
Sjóvinnuhúsið. Vestara bryggja 15. Tórshavn