14
jun



Kl. 23:59. Námsvísindadeildin Skeið

Skriva út

Stakskeið í námsfrøðiligari leiðslu

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar eitt 15 ECTS skeið á masterstigi í heysthálvuni í ár í yvirskipaðari  námsfrøðiligari leiðslu. Skeiðið er ætlað bæði skúlaleiðarum og til leiðarastørv, ið námsfrøðingar hava. Somuleiðis er skeiðið egnað til fólk, ið umhugsa at søkja eitt leiðslustarv seinni eins og til fólk, ið arbeiða við organisatiónsmenning á námsfrøðiliga økinum.

Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi kunnleika og hegni til at virka sum námsfrøðiligir leiðarar, ið nýta nútíðar námsfrøðilig leiðsluástøði, við einum jarðildi í føroyska samtíðar samfelagnum. Hesi evni vera viðgjørd: Yvirlit yvir námsfrøðiliga leiðslu-fakøkið, nýggjastu rembingarnar á námsfrøðiliga leiðsluøkinum, føroysk viðurskiftir viðv. námsfrøðiligari leiðslu, fyrisitingarlig og strategisk leiðsla í námsfrøðiligum høpi, námsfrøðilig stovnsmenning, tann lærandi námsfrøðiligi stovnurin, spjadd námsfrøðilig leiðsla, samstarv í námsfrøðiligum stovnum og leiðsla í tvørsektionellum og tvørprofessionellum samstarvi á námsfrøðiliga økinum.

Seinni fer Setrið at bjóða eina 120 ECTS masterútbúgving í leiðslu og stýring/fyrisiting, har tað er møguligt at steðga eftir 60 ECTS og fáa eitt diplomprógv í leiðslu og stýring/fyrisiting á masterstigi. Tá er møguligt at søkja um at fáa skeiðið yvirskipaða námsfrøðiliga leiðslu góðskrivað.

Undirvísarar vera Súsanna Olsen, stjórnamálafrøðingur og master í virðisleiðslu og Jóhannes Miðskarð, Cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD.

Undirvíst verður uml. 3-4. hvørt vikuskiftið, fríggjadagar frá kl. 14.00-17.00 og leygardagar frá kl. 9.00-14.00.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 15.000 Kr.

Umsóknarfreistin er 14. juni á midnátt og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo

Umsóknblað fæst HER

Tíðspunkt
sunnudagur 14. jun., kl 23:59
Longd
Stað
Námsvísindadeildin