25
nov



Kl. 15:00. Zoom Tiltak

Skriva út

Talgildur fyrilestur við Maluni Marnersdóttur

Subarktiskur skaldsligur vistkritikkur verður á skránni, tá Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini hevur bókmentafrøðiliga framløgu á zoom

Náttúran hevur fingið ein annan leiklut í føroyskum skaldskapi samanborið við fyrr. Í súmbolistisku, nýromantisku og tjóðarbyggjandi yrkingini fyrst í 20. øld, var landslagið tilfarið, sum fyrst av øllum bjóðaði seg fram til at lýsa tað sermerkta og subarktiska landið, Føroyar, fólkið, málið og søguna.

Eftir seinna kríggj lýsti heimskendi rithøvundurin, William Heinesen, og Karsten Hoydal, hvussu kjarnorka og kjarnorkubumban hóttu lívið og náttúruna og ikki bara í Føroyum.

Hesi seinastu árini hevur hesin vistkritikkur fingið størri týdning í føroyskum bókmentum.

Framløgan verður um tvær skaldsøgur (1984 og 2020) og tvær yrkingar (2007 og 2015), sum vísa á nakrar av teimum vistfrøðiligu trupulleikunum ikki bara í Føroyum, men í heiminum.

Bókmentafrøðiliga vistkritiska fatanin byggir á teori hjá Kate Soper, Cheryll Glotfelty og øðrum.

Fyrilesturin hjá Maluni Marnersdóttur verður hósdagin 25. november klokkan 15:00 á zoom.

Fylgið við her.

Fyrilesturin verður á enskum.

 

 

 

Tíðspunkt
hósdagur 25. nov, kl 15:00
Longd
Stað
Zoom