25
jun



Kl. 23:55. Zoom Skeið

Skriva út

Talgilt skeið: Yrkisvegleiðing og sosialt rættvísi

25. juni er evstamark at tekna seg til talgilt skeið fyri vegleiðarar í yrkisvegleiðing og sosialum rættvísi, sum VALA-netverkið skipar fyri

Fróðskaparsetrið hevur í mong ár verið limur í VALA-netverkinum, sum er norðurlendskt samstarv millum granskarar á universitetum í norðurlondum og baltisku londunum. Øll í netverkinum granska og/ella undirvísa í fakinum, vegleiðing.

Komandi skeiðið eitur "Career guidance for social justice", og evstamark at tekna seg er 25. juni.

Skeiðið telur 5 ECTS-stig og verður fyriskipað av Inlands Norway University of Applied Sciences. Tað verður talgilt vegna óvissuna um koronustøðuna.

Meira kunning her.

Meldið til skeiðið her.

Tíðspunkt
fríggjadagur 25. jun., kl 23:55
Longd
14. og 28. september, umframt 12. og 26. oktober
Stað
Zoom