1
feb



Kl. 00:00. Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25 í Havn Skeið

Skriva út

Tekningarfreist: Miðlar og politiskt samskifti

Freistin at tekna seg til nýtt stakskeið á masterstigi, sum eitur Miðlar og politiskt samskifti, er mánadagin 1. februar.

Undirvíst verður fríggjadag seinnapart frá februar til apríl.

Melda til við at skriva ein teldupost til annaplo@setur.fo.

Skeiðið er ætlað masterlesandi á Setrinum og stakgreinalesandi, sum hava staðið samfelagsvísindaliga bachelorútbúgving.

Kostnaður fyri stakgreinalesandi er 2.000 krónur.

Les meir um skeiðið í skeiðslýsingini her.

Tíðspunkt
mánadagur 1. feb., kl 0:00
Longd
Fríggjadagar feb - apríl
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25 í Havn