15
des



Kl. 00:00. https://www.betri.fo/legat Tiltak

Skriva út

Umsóknarfreist til Betri legat

15. desember er freistin at søkja Betri legat.

Betri legat er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina.

Fyri at fáa Betri legat er neyðugt, at:

  • Tú ert í ferð við at taka eina hægri bókliga útbúgving ella eina yrkisútbúgving.
  • Legatið verður nýtt í sambandi við lestraruppihald uttanlands.
  • Lestraruppihaldið ikki er byrjað, tá søkt verður um stuðulin.
  • Betri Banki er tín høvuðsbanki.
  • Tú greiðir frá uppihaldinum á bloggi e.l. á heimasíðuni hjá Betri. 

Betri legat er upp á kr. 15.000 og verður latið upp til tveimum umsøkjarum tvær ferðir árliga – 1. juli og 1. januar. Betri legat er á 15.000 kr. og verður útgoldið á tína kontu í Betri, tá farið avstað. 

Við umsóknini skal vera frágreiðing um ætlaða uttanlandsuppihaldið (hvar, hvat og hví) og frágreiðing um, hvat umsøkjarin ætlar at fáa burturúr uppihaldinum ella hvussu uppihaldið kann styrkja/virðisøkja útbúgvingina. Eisini skal setast upp fíggjarætlan, har inntøkur eru við og ein kostnaðarmeting yvir útreiðslur í samband við uppihaldið. Metingin kann innihalda útreiðslur so sum ferðaseðlar, mat og gisting, luttøkugjøld, koppseting, tilfar v.m. Eisini kann umsøkjarin leggja við onnur skjøl, ið kunnu hava týdning, so sum viðmæli ella prógv.

Umsóknarfreistin hesa ferð er 15. desember 2018 og verður so aftur komandi summar 15. juni 2019.

Nærri kunning og umsóknarskjal eru at finna HER

 

 

Tíðspunkt
leygardagur 15. des, kl 0:00
Longd
Stað
https://www.betri.fo/legat