Kl. 00:00. Føroyamálsdeildin Tiltak

Skriva út

Umsóknarfreist til Føroyska mállæru og rættskriving

 

Føroysk mállæra og rættskriving I

Skeiðið byrjar 1. september og endar 7. oktober. Undirvíst verður týsdag og mikudag kl. 15 til 17:30.  Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Treytað av, at innlatingar eru góðkendar og møtt er til minst 80 % av tímunum,  verður prógv latið fyri lokið skeið.
Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Undirvíst verður í mállæru og rættskriving við denti á fallorð (navnorð, lýsingarorð, fornøvn, kenniorð og talorð). Arbeitt verður við at  økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum.

Boðin verða út trý skeið í føroyskari mállæru og rættskriving, I, II og III. Skeiðini eru framhald av hvørjum øðrum, men kunnu eisini takast sum sjálvstøðug skeið. Skeiðini kunnu ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingini í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi.

Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini.

Lærari: Lena Reinert.

Kostnaður: 1500 kr.

Umsóknarskjal fæst her

Tíðspunkt
hósdagur 20. aug, kl 0:00
Longd
Stað
Føroyamálsdeildin