15
feb



Kl. 23:59. www.uarctic.org/north2north. Tiltak

Skriva út

Umsóknarfreist til north2north

Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north.

Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 15. februar 2019.

North2north-samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Útbúgvingarstovnarnir, ið taka lut í north2north ætlanini eru Aarhus UniversitetCenter for Arktisk Teknologi á Danmarks Tekniske UniversitetRoskilde UniversitetIlisimatusarfik (lærdi háskúlin í Grønlandi)Institut for Miljø- og Erhvervsøkonomi á Syddansk Universitet og Fróðskaparsetrið.

Fullfíggjaður listið sæst HER

Nærri kunning

Á Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya - um north2north

Tíðspunkt
fríggjadagur 15. feb., kl 23:59
Longd
Stað
www.uarctic.org/north2north.