29
jun



Kl. 10:00. Søgu- og samfelagsdeildin, veghæddin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn

Skriva út

Upptøkuroynd til løgfrøði

Mikudagin 29. juni klokkan 10:00 - 14:00 verður upptøkuroynd til løgfrøði (master og embætisprógv) - eingin tilmelding er neyðug

Umsøkjarar til upptøku á MA (Master) í løgfrøði summarið 2022 og umsøkjarar í 2022 til Emb.L (embætisprógv) summarið 2022, koma frá øðrum lærustovnum í danska ríkinum enn Fróðskaparsetrinum, skulu møta til upptøkuroynd mikudagin 29. juni 2022 klokkan 10-14.

Royndin verður hildin á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøtu 25

Upptøkuroyndin telur saman við bachelorprógvum, viðkomandi royndum og eftirútbúgvingum v.m. í metingini av, hvør er skikkaður til upptøku. Umsøkjarar mugu í minsta lagi standa upptøkuroyndina við próvtalinum 7.

Lesið meira her.

GG: Í kunningini stendur, at neyðugt er við tilmelding, men tað kravið er strikað.



  • 27.06.2022 Setrið Lestrarskrivstovan
    Birita helt røðu fyri teimum lesandi
    Sí fleiri av frálíku myndunum hjá Bjarna Rubeksen í Kvf av p...
  • 24.06.2022 Setrið Lestrarskrivstovan
    Metstórt tal av prógvum frá Setrinum í ár
    Ongantíð áður hevur Fróðskaparsetur Føroya latið so mong pró...
  • 24.06.2022 Setrið
    Prógvhandan: Hátíðardámur í Norðurlandahúsinum
    Í dag hátíðarhalda vit, at ikki færri enn 223 prógv eru lati...
Tíðspunkt
mikudagur 29. jun., kl 10:00
Longd
10:00 - 14:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, veghæddin, Jónas Broncks gøta 25, 100 Tórshavn