21
apr



Kl. 19:00. Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Frælsið 20, Tórshavn Tiltak

Skriva út

Útbúgvingarpolitikkur og Hannah Arendt (ÚTSETT)

Ókeypis tiltak á Námsvísindadeildini á Frælsinum 21. apríl klokkan 19 við útbúgvingarpolitikki og Hannah Arendt á skránni.

Jóhannes Miðskarð, sum er adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu, fer fyrst stutt at greiða frá, hvør Hannah Arendt var, og hvussu hann hevur nýtt hennara ástøði í síni gransking í tvørprofessionellum samstarvi og námsfrøðiligari leiðslu.

Síðani fer Helen M. Gunter, professari á universitetinum í Manchester at halda høvuðsfyrilesturin, sum verður um tvey sambundin rák, ið hon hevur granskað í nógv ár: sundurskiljingin av børnum og starvsfólkum, og hvussu leiðsluímyndir, sum byggja á leiðslu útinta í felagsskapi, verða nýttar til at skapa, varðveita og herða framhaldandi sundurskiljing av børnum og starvsfólkum. Síðani fer Helen M. Gunther at viðgera hesi tvinni rák við hugtøkum hjá Arendt. At enda verður hugleitt um, hvussu Arendt ávirkar, hvussu nútíðarmenniskja grundar og mennir sjónarmið og tekur lut í almenna rúminum.

Alt tiltakið verður hildið á enskum.

Tíðspunkt
týsdagur 21. apr., kl 19:00
Longd
Stað
Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, Frælsið 20, Tórshavn