29
okt



Kl. 13:00. Kringvarpshøllin, Norðari Ringvegur 20, Tórshavn Tiltak

Skriva út

ÚTSETT: Savnandi savnsdagur 2021

ÚTSETT VEGNA KORONUSTØÐUNA: Søvn okkara skulu raka øll fólk og vera viðkomandi fyri øll. Søvn savna, skráseta, varðveita, miðla og granska. Hetta eru fimm av evnunum, sum eru á dagsskránni á evnisdegnum, sum hevur fingið heitið, Savnandi savnsdagur.

Á skránni, sum Savnsgull hevur fyriskipað, eru spennandi framløgur og røður.

Fyrst bjoðar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, vælkomin, og síðani fara umboð frá Kringvarpi Føroya, Landsbókasavninum, Tjóðskjalasavninum, Listasavninum og Tjóðsavninum at hava framløgu. Eisini fara Bergur Djurhuus Hansen frá Føroyamálsdeildini á Setrinum og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum at koma við sínum íkasti til, hví søvn eru so týdningarmikil í einum samfelagi.

Savnandi savnsdagurin er fyri øll, sum hava áhuga í at læra meira um søvnini í Føroyum og tí, tey arbeiða við.

Savnandi savnsdagurin verður 29. oktober kl. 13-16 í forhøllini í Kringvarpi Føroya, Norðari Ringvegur 20.

Hevur tú hug at luttaka, send so ein teldupost til: annagray@kvf.fo

Tiltakið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Kringvarpsinum, www.kvf.fo.

Skrá

13:00-13:15 Mentamálaráðharrin bjóðar vælkomin
13:15-13:20 Intro til dagin
13:20-13:35 Bergur Djurhuus Hansen / Spjadd søvn í talgildum heimi
13:35-13:55 Kringvarp Føroya / Savna / Ein gluggi til vitan (Ivan Hentze Niclasen)
13:55-14:15 Landsbókasavnið / Skráseta / Skráseting av føroyskum verkum og verk
um føroysk viðurskifti (Høgni Bech)
14:15-14:35 Tjóðskjalasavnið / Varðveita / Hví varðveita persónupplýsingar? (Sámal
Tróndur F. Johansen)
14:35-15:05 Steðgur
15:05-15:25 Listasavn Føroya / Miðla / Upplivingar fyri øll – um at miðla á Listasavni
Føroya
(Karina Lykke Grand)
15:25-15:45 Tjóðsavnið / Granska / Nyttan av djórasøvnum lýst við dømi í
koronukanningartøkni
(Jan Sørensen)
15:45-16:00 Annika Sølvará / Søvn sum granskingaramboð – Gullnám ella eskjan
hjá Pandoru

 

Tíðspunkt
fríggjadagur 29. okt, kl 13:00
Longd
13:00 - 16:00
Stað
Kringvarpshøllin, Norðari Ringvegur 20, Tórshavn