28
mar



Kl. 09:00. Kongshøll, Sjóvinnuhúsið Tiltak

Skriva út

Verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar

Hósdagin 28. mars skipa Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið og Landsbókasavnið fyri verkstovu um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar.

Tiltakið er í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum frá kl. 9.00 til 14.00.

Skrá

Vælkomin – Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Stutt um skránna og um ætlanirnar við verkstovuni.

Atgeingi í Føroyum – Annika Smith, landsbókavørður
Um E-feingi samstarvið, skipan, atkomulig tíðarrit og grunnar

Transforming Norwegian research to open access. Norway's experiences in changing their consortia models from read-only to publish-and-read – Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Acess hjá UNIT í Noregi.
Tore Nilsen fer at greiða frá um avtalurnar og samskiftið, sum tey í Noregi hava við vísindaforløg. Hann fer eisini at tosa um avleiðingarnar av Open Access politikkinum hjá Noregi og um gongdina við Plan S.

Kaffisteðgur - 20 min.

Research registration and Open Access: an overview of the Danish landscape – Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek.
Anne Thorst Melbye fer at greiða frá skipanini PURE, sum er til at skráseta allar granskingarútgávur, og um donsku Open Access tilgongdina.

Ábit - 30 min.

Tørvurin á atgeingi og tænastum í Føroyum í dag. Stutt innlegg, sæð úr ymsum sjónarhornum –
Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum.
Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni.
Rúni Weihe, deildarleiðari á Havsbrún

Føroyskur Open Access politikkur – Annika Sølvará

Kjak og samanumtøka


Framløgurnar hjá gestarøðarunum verða hildnar á ávikavist norskum og enskum, meðan teksturin á myndunum verður á enskum.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding, men luttakarar kunnu siga frá við at melda seg til Facebook tiltakið her.

Um verkstovuna

Landsbókasavnið hevur í út við 20 ár veitt atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum til sínar brúkarar og til granskingarstovnar í Føroyum. Henda tænastan, nevnd e-feingi, verður veitt í samstarvi við samstarvsfelagsskapin FRIS, Faroe Research Information Service. FRIS hevur limir í einum stýrisbólki, ið stendur fyri menningini og kostnaðinum av hesi vísindatænastu, og bólkurin tekur eisini støðu til nýtekning av haldum v.m.
Í løtuni eru stórar rembingar á hesum økinum. Prísirnir á akademiskum talgildum tíðarritum eru støðugt hækkandi, og forløgini blíva færri og sterkari. Eitt mótrák er frá almennum granskingargrunnum, sum krevja fría atgongd til granskingarúrslit, sum eru alment stuðlað. Granskarar og onnur vitanarstarvsfólk ynskja betri og smidligari atgongd til tilfar.

Á verkstovuni er ætlanin at umrøða ymisk evni í hesum sambandi, serliga støðuna í dag í mun til avtalur við forløg og um Open Access-rákið og Plan S.

Tveir serfrøðingar úr ávikavist Danmark og Noregi koma at greiða frá evninum úr teirra sjónarhorni.

Tíðspunkt
hósdagur 28. mar., kl 9:00
Longd
5 tímar
Stað
Kongshøll, Sjóvinnuhúsið